TÓRSHAVN - FØROYAR

Tórshavn ella Havnin er høvuðsstaður í Føroyum og nógv størsti býurin, hóast hann ivaleyst er ein av heimsins minstu høvuðsstøðum. Í meira enn 1.000 ár hevur Tórshavn verið miðdepil landsins. Men ikki fyrr enn í 1866 varð Tórshavn formliga viðurkendur sum sjálvstýrandi eind, sum veruligur høvuðsstaður. Havnin er ein nútímans, virkin býur við handli, ídnaði og fyrisiting, við skúlum og fjølbroyttum valmøguleikum til víðari útbúgving, við ítrótti og einum blómandi mentanarlívi.

Hon er við tvær smáar vágir: Vestaru vág og Eystaru Vág, sum Tinganes gongur út millum. Havnin er vaksin nógv í seinnu tíðini. Eins og í nógvum øðrum nútímans stórbýum eru nógv av frítíðartilboð, og møguleikarnir at fáa arbeiði ella at nema útbúgving eru betri í Havn enn á bygd. Havnarøkið hevur stóran týdning. Her kemur fiskur upp á land, og mesti farmurin og flestu ferðafólkini koma og fara um Havnina. Árliga koma og fara 3.400 skip um Tórshavnar havn, og 680.000 tons fara um bryggjukantin.

Vinnuvegir
Havnin hevur nógv skip og nógv tann størsta handil í Føroyum. Har er t.d. stór skipasmiðja, sum teir byggja nógv skip á, bæði úr stáli og viði, og har eru stór fiskavirkihús. Havnin er brimpláss, hon liggur opin fyri havalduni, men har er so góður brimgarður gjørdur, at tað er lendandi í næstan øllum veðri. Higar koma eisini ferðafólk úr útheimi til Føroya, og meginparturin av øllum farmi, og vestan fyri er fiskivinnuhavn og hugnalig smábátahavn. Til Havnar kemur nógv fólk ferðandi úr útlondum og úr øllum bygdum í Føroyum. Nógv før sigla í fastari innanoyggja ferðasigling til Havnar - úr Suðuroy og oyggjunum sunnanfyri, úr Vágum og úr Norðoyggjum, av Skálafirði og úr Sundalagnum.

Landafrøði
Tórshavn liggur mitt í landinum. Á gamla tingstaðnum, Tinganesi, hevur landsins stjórn, landsstýrið, sæti. Hetta er nesið, sum býtir sjálva havnina sundur. Eystan fyri er havnin fyri ferðafólk og farm. Á Stansatanga, sum fyrr var nevndur Stanganes, bygdi Magnus Heinason ein skansa til at verja Havnina fyri ófriðaskipum. Húsini og virkini hava, serliga aftan á Seinna heimskríggið verið í ringum standi, men nú er bøtt um tey, so skansin er í dag eitt søguligt prýðiligt minni.

Í Havn er alt, sum einum stórbýi hoyrir til. Bæði til arbeiði, frítíð og persónliga røkt og menning. Her eru dagstovnar, skúlar, ítróttarøki, heilsuverk við sjúkrahúsi, og øðrum viðgerðamøguleikum, tilhald til eldri fólk, eins og fleiri ellis- og røktarheim og sambýli eisini eru í býnum. Stór hús eru til dømis tey gomlu amtmanshúsini, Føroya Fólkaháskúli, landssjúkrahúsið, Hotel Hafnia, Hotel Føroyar, telefonhúsið, kommunuskúlin, Bacalao, SMS, v.f. Í Tórshavn búgva sorenskrivari, ríkisumboðsmaður, Føroya landslækni, politimeistari og Føroya biskupur, har er eisini bæði fornminnissavnið, landsbókasavnið og landssjúkrahúsið. Í Tórshavn er hægstu skúlar í Føroyum - handilsskúli, fólkaháskúli, tekniskur skúli, sjómansskúli og læraraskúli. Har eru breiðar beinar gøtur, prúð hús og vakrir urtagarðar, og har er ein stór viðalund. Í viðalundini stendur ein prýðilig standmynd til minni um føroyskar sjómenn, sum gingu burtur undir 2. heimskrígnum.

Í miðstaðarøkinum eru fleiri kommunusamanleggingar farnar fram seinastu umleið tjúgu árini. Síðan 1974 er kommunan økt munandi við kommunusamanleggingunum við Kaldbak, Hoyvík, Argir, Nólsoy, Hest og Kollafjørð. Hetta hevur givið høvuðsstaðarkommununi størri møguleikar at menna byggimøguleikar og virksemi annars, og við tí alt størri fólkagrundarlagnum, sum nú er umleið 19.300 fólk, eisini størri møguleikar at átaka sær ymiskar uppgávur, sum almennu Føroyar áður hava røkt.

Minsti høvuðsstaður í Norðurlondum er Havnin.

Søga
Í Føroyingasøgu kunnu vit lesa, at í Tórshavn hevur líka frá gamlari tíð verið tingstaður hjá føroyingum. Tá komu Føroya bøndur við stórum fylgi til tinga í Tórshavn. Úti í Tinganesi settu teir búðir sínar upp, og har vóru tær standandi, so leingi sum tingið vardi. Longu í landnámstíðini gjørdist Havnin ein savnandi miðdepil, har føroyingar hittust. Eftir tátíðarmáti var tað eitt fátæksligt pláss, við kargari jørð og nógvum mjørka, ongum rekaviði og ongum fuglabjørgum, og haruframt trupult at verja móti álopum. Eisini vóru lendingarviðurskiftini vánalig, sjálvt eftir føroyskum mátistokki, og var Havnin tískil ikki egnað sum niðursetupláss. Men sum miðdepil varð hon vælegnað, og her hittust føroyingar - til avgerð av trætum, til rættargongd og til tingsetur. Og her varð avgerðin tikin ár 999, at føroyingar skuldu taka við kristnari trúgv. Í tilknýti til tær árligu tingseturnar vaks upp ein marknaður og Tórshavn gjørdist eitt fast handilspláss. Saman við tingsetunum kom eisini handilsskapur og Tórshavn gjørdist handilsstaður og miðstøð føroyinga.

Tá Føroyar komu undir Noreg og seinni undir Danmark, kom einahandilin og við honum embætismenninir. Hesir búsettust í Havnini og bygdu teir skansar fyri at verja handilsvørurnar. Tað nógva virksemið í Havnini fekk nógv fátækrafólk av bygd at flyta til Havnar, tí har kundu tey vinna sær til lívsins uppihald við handilin, við at byggja skansa ella sum soldátar.

Longu undir einahandlinum fekk Niels Ryberg loyvi at seta á stovn ein transithandil í Vágsbotni. Við hesum byrjaði nýggj tíð, og eitt nýtt handverk kemur fram. Fólk lærir seg at salta sild og at turka klippfisk. Um somu tíð verða rundan um Havnina stykkjaðar út traðir og latnar Havnafólki til traðarbrúk.

Við nýggju donsku grundlógini í 1849 varð nýggj fyrisiting skipað við amtum og kommunum í danska ríkinum, og tann 16. februar 1866 kom lóg um Thorshavns kommunale Forfatning. Tá gjørdist Tórshavn serstøk kommuna, ið umfataði staðin sjálvan og garðarnar uttanfyri, Húsagarður og Álaker við tí, ið til teir hoyrdu. Til at stýra kommununi skuldu veljast 5 borgarar í borgaraumboðið, Borgerrepræsentationen, sum tað kallaðist. Hesir fimm skuldu stýra saman við landsins fúta, sum varð fastur limur í stýrinum.

 Føroya Landsstýri hevur sæti í Tinganesi.

Á nesinum og uttan um Eystaruvág var so búsetingin. Fólkatalið fór at vaksa, og var komið upp á 850, tá ið einahandilin var avtikin og fríhandil settur á stovn í 1856. Byrjanin til tann føroyska fiskiflotan varð løgd, tá Trappubrøðurnir úr Havn keypa sluppina Fox. Men orsaka av teimum vánaligu havnaviðurskiftunum í Tórshavn, mentist tann nýggja vinnan skjótari úti á bygdunum. Tað var eyðsæð, at neyðugt var at bøta um havnaviðurskiftini, og í 1927 var Tórshavnar Havn ein veruleiki.

Havnin gjørdist keypstaður tann 1. januar 1909 og býurin er í støðugari menning.

Havnin er sjálvur landsins landafrøðiligi miðdepil, og her er landsins tingstaður, sum hann hevur verið í meira enn 1.000 ár.

Wikipedia